Lesiringar

Dámar tær væl at lesa, og manglar tær onkran at tosa við um tað, tú lesur?

Býarbókasavnið hevur í nógv ár skipað fyri lesiringakvøldum, har fólk hava høvi at hittast eina ferð um mánaðin fyri at tosa um eina ávísa bók, sum øll hava lisið. 
Tað er ókeypis at luttaka í lesibólki. Bókasavnið leggur høli til og hjálpir at útvega bøkurnar, ið lisnar verða.
Tíðliga um heystið verður bjóðað inn til eitt fyrireikingarkvøld, har áhugað og nýggir luttakarar kunnu møta. 

Vanliga møtast lesiringarnir einaferð um mánaðin frá september til apríl. Øll eru vælkomin - roynd sum óroynd.

Fá meira at vita í tíðindum her á síðuni ella við at skriva til bbs@bbs.fo ella ring á telefon 302030.

Materialer