Heiðurslønir

Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs.

Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens verður latin á hvørjum ári av Tórshavnar býráð, fyrstu ferð í 1958.

Reglugerð fyri Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens

§ 1
Virðislønirnar bera navn M. A. Jacobsens.

§ 2
Virðislønirnar verða latnar á hvørjum ári av Tórshavnar býráð, sbr. §8.

§ 3
Virðislønirnar verða latnar trimum fólkum, sum hava greitt verk úr hondum, ið
verða hildin at hava bókmentaligt og mentanarligt virði.

Virðisløn verður latin fyri fagurbókmentaligt verk, fyri yrkisbókmentaligt verk, og
fyri annað mentanaravrik. Hetta seinasta er t.d. týðingar, bygdasøgur, endurminningar og
verk um myndlist ella tónlist. Tær kunnu eisini latast fólki, sum verður mett at
hava avrikað nógv fyri føroyska mentan á móðurmálinum.

§ 4
Tórshavnar Býráð ásetir virðislønarupphæddirnar.

§ 5
Skuldi okkurt árið, eftir nevndarinnar tykki, verið ov lítið avrikað, kann nevndin
gera av ikki at lata virðislønirnar, ella onkra teirra, tað árið.

§ 6
Fimmmannanevnd ætlar um og ger av hvør ella hvørji, ið virðisløn skulu fáa.

Rithøvundafelag Føroya velur ein lim í hesa nevnd, Fróðskaparsetur Føroya
(setursráðið) velur ein lim og Tórshavnar býráð velur 3 limir.

Tað hvílir á teimum býráðsvaldu nevndarlimunum at kalla saman til fundar í hesi
nevnd.

§ 7
Tað er treyt, at virðislønarverdu verkini eru skrivað á føroyskum máli. Tað
kemur fyri, at ritgerðir eftir føroyskar høvundar koma út á øðrum máli enn
føroyskum. Tær eiga at verða týddar, áðrenn tær koma til umrøðu í
virðislønarnevndini.

Virðislønir fyri fagrar bókmentir og yrkisbókmentir kunnu bert latast fyri verk,
sum eru útgivin.

§ 8
Virðislønirnar verða latnar 17. september (føðingardag M. A. Jacobsens) undir
slíkum formi, sum fimmmannanevndin fyrisetur, og skal býráðsformaðurin
vanliga handa teimum virðisløntu virðislønina saman við skrivi (frá
fimmmannanevndini) har tað er tilskilað, hvørji verk virðislønirnar eru givnar fyri,
og hvat - eftir meting nevndarinnar - gjørdi verkini virðislønarverd.

Tórshavnar býráð, tann 24. november 2005.

 

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs verður latin á hvørjum árið av Tórshavnar býráð, fyrstu ferð í 1976.

Reglugerð fyri Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs

§1
Heiðurslønin ber navnið Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs.

§2
Heiðurslønin verður latin á hvørjum ári av Tórshavnar býráð við teirri upphædd,
ið verður ásett av mentamálanevndini.

§3
Heiðurslønin verður latin fyri bóka- og listaverk fyri børn, sum verður hildið at
vera virðislønarvert. Heiðurslønin kann latast rithøvundum, týðarum, listafólkum
og einstaklingum.

§4
Latnar verða tvær virðislønir. Tó kann nevndin geva bert eina ella onga, um
nevndin tað árið kemur til ta niðurstøðu, at bert eitt ella onki verk er
virðislønarvert.

§5
Fimmmannanevnd ætlar um og ger av, hvør skal fáa virðislønina. Limir í
fimmmannanevndini eru: formaðurin í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs, sum er formaður, barnabókavørðurin á Býarbókasavninum í Tórshavn,
sum eisini er skrivari í nevndini, ein limur valdur av skúlabókavørðunum við kommunalu skúlarnar í Tórshavnar kommunu og tveir limir valdir av Tórshavnar býráð.

Barnabókavørðurin kallar saman til fundar í hesi nevnd.

§6
Heiðurslønin verður latin undir slíkum formi, sum fimmmannanevndin saman við
mentamálanevndini fyrisetur. Býráðsformaðurin handar heiðurslønina saman
við heiðursbrævi, har tað er tilskilað, hvat verk heiðurslønin er givin fyri, og hvat
eftir meting nevndarinnar gjørdi verkið virðislønarvert.

Samtykt av býráðnum 25. november 2010.