Hoyr meira um manga á ungdómsbókasavnium
Hoyr meira um manga á ungdómsbókasavnium

Meir um manga á ungdómsbókasavninum

Kort nyt
31.10.22
Fyrr í heyst læt nýggja ungdómsbókasavnið upp á Býarbókasavninum, har ymiskt spennandi er á vetrarskránni. Millum annað verða tvey manga-tiltøk.

Seinnu árini hava børn og ung í Føroyum veruliga tikið japansku manga-bókmentirnar til sín. Fyrr í heyst læt nýggja ungdómsbókasavnið upp á Býarbókasavninum í Havn, har ymiskt spennandi er á vetrarskránni. Millum annað verða tvey manga-tiltøk.

Meir um manga

Fyrsta tiltakið kallast MEIR UM MANGA og verður mikukvøldið 23. november kl. 19-21. Hetta kvøldið kemur Conny Rasmussen frá Bókasavninum við Løkin at greiða frá og vísa myndir um manga – um upprunan, tey ymisku sløgini av manga, og hvat manga hevur ment seg til í dag. Conny hevur verið drívmegin í tí stóra áhuganum og undirtøkuni, sum Manga Takk-tiltøkini við Løkin hava fingið seinastu mánaðirnar. Tiltakið er ókeypis og verður á nýggja snotiliga ungdómsbókasavninum. Tiltakið er ætlað 11 ára gomlum og eldri, og tað er ókeypis at luttaka.

Møtast til manga-spøl

Seinna manga-tiltakið í vetur verður mikukvøldið 7. desember kl. 19-21. Tá kemur Conny aftur á vitjan. Tá fara vit at spæla ymisk manga-borðspøl, og annars hugna okkum við manga-tema. Vónin er, at nógv ung, sum hava áhuga fyri manga, møta upp til tiltakið og eisini møta hvørjum øðrum. Hetta er eisini eitt høvi hjá ungum at hitta bókavørðir og at koma við uppskotum um nýggjar bøkur at keypa.

Nærri verður at frætta um tiltøkini her á heimasíðuni, á Facebook og Instagram.