Bøkur
Bøkur

Skrivstovu- og móttøkufólk til Býarbókasavnið

Kort nyt
04.10.23
Hevur tú hug at arbeiða á einum livandi og fjølbroyttum bókasavni mitt í Havnini? So er tað kanska tær, vit leita eftir

Søkt verður eftir einum skrivstovu- og móttøkufólki til Býarbókasavnið í Havn at arbeiða fulla tíð at byrja skjótast til ber.

Sum starvsfólk tekur tú lut í skiftandi uppgávum á stovninum. Høvuðsuppgávurnar fevna um ymsar skrivstovuuppgávur. Harumframt skalt tú arbeiða í móttøkuni, har tú skalt taka ímóti viðskiftafólki og veita teimum ymiskar tænastur. Arbeitt verður í vaktum, eisini ávísar leygar- og sunnudagar.

FØRLEIKAR

Til starvið krevst viðkomandi útbúgving, so sum skrivstovuútbúgving. Tú skalt vera fyrikomandi, duga at arbeiða í toymi og vera tænastusinnað/-ur soleiðis, at viðskiftafólk altíð kenna seg í góðum hondum.

Tú skalt duga væl at orða teg munnliga og skrivliga á føroyskum, donskum og enskum, og skalt duga væl við talgildum loysnum og KT-skipanum.

SETANARTREYTIR

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið í 3. lønarflokki.

UMSÓKNIN

Umsóknin skal, saman við prógvum og møguligum ummælum, sendast til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi mánadagin 23. oktober kl. 12. Merk umsóknina „Skrivstovu- og móttøkufólk til Býarbókasavnið“.

Fyrispurningar um starvið kunnu setast Vónbjørt Vang, býarbókavørði, á vonbjortv@bbs.fo og Fridu Kunoy, avgreiðslusamskipara, á frida@bbs.fo, ella við at ringja 302030.

---------------------

Býarbókasavnið er eitt bókasavn í hjartanum á Havnini og er størsta fólkabókasavn í landinum. Árliga eru á leið 100.000 vitjandi á Býarbókasavninum. Starvsfólkini eru í løtuni 12 í tali.