Bókavørður til Býarbókasavnið - farloyvisstarv
Sum bókavørður á Býarbókasavninum kunnu vit bjóða tær eitt áhugavert og fjøltáttað starv á einum livandi, nútímans bókasavni mitt í hjartanum á Havnini.
Starvið sum bókavørður krevur fakligar førleikar at røkja bókavarðauppgávur sum eitt nú savnsrøkt, miðlan og vaktir í útláninum og á barnabókasavninum.
Umráðandi er, at tú ert kreativ/-ur, sjálvstøðug/-ur og fleksibul, og at tú hevur serligt hegni innan miðlan og kann hugsa sjálvstøðugt og taka sjálvstøðugar avgerðir.
Tú verður partur av einum kreativum toymi, ið fæst við átøk og menning av nýggjum hugskotum innan miðlan av tilfari og tilboðum bókasavnsins, sum skal vekja áhuga fyri bókmentum, upplýsing og mentan.
Tann, ið sett/-ur verður, hevur um hendi dagføring og viðlíkahald av heimasíðu og framleiðslu av miðlatilfari.
Arbeitt verður í vaktum, og fevnir arbeiðið eisini um kvøldarbeiði, umframt ávísar leygar- og sunnudagar.
Førleikakrøv o.a.
Umsøkjarin skal hava viðkomandi útbúgving, t.e. cand.scient.bibl., cand.mag. ella vera útbúgvin bókavørður. Royndir innan bókasavnsøkið og førleikar at skapa áhugavert miðlatilfar er ein fyrimunur.
Setanarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv við møguleika fyri at arbeiða niðursetta tíð og verður sett eftir sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi yrkisfelag.
Vilt tú vita meira
Tú fært meira at vita um starvið við at venda tær til Vónbjørt Vang, býarbókavørð á vonbjortv@bbs.fo ella telefon 257242.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin "søk starvið" á hesi leinkju: Leys størv - Tórshavnar kommuna (torshavn.fo).
Umsókn saman við prógvum, CV og viðmælum skal vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi 3. apríl 2024 klokkan 12.
___________________
Býarbókasavnið
Býarbókasavnið er eitt bókasavn í hjartanum á Havnini og er størsta fólkabókasavnið í landinum. Høvuðsendamálið er at veita upplýsing, vitan og mentanarligt virksemi. Umleið 100.000 vitjandi koma árliga inn um dyrnar á Býarbókasavninum. Starvsfólkini eru í løtuni 13 í tali.