Nýtt: Lesiringar fyri ung byrja í heyst
Dámar tær væl at lesa bøkur og tosa við onnur um lesiupplivingina, so er ein lesiringur kanska nakað fyri teg.
Í heyst fara vit at byrja ein nýggjan lesiring fyri ung. Ætlanin var at byrja mánakvøldið 3. oktober, men hetta er úsett. Tey, sum eru tilmeldað, fáa nærri boð, um nær lesiringurin byrjar.
Frammanundan hava vit lesiringar, har flest vaksin eru við. Nú vilja vit fegin stovna ein lesiring, sum burturav er fyri ung, og har vit lesa ungdómsbøkur. Luttakararnir í lesiringinum eru við til at velja hvørjar bøkur vit lesa.
Vit hittast vanliga fyrsta mánakvøld í hvørjum mánað kl. 18.30-20.00. Vit tosa um bøkurnar, vit hava lisið og fáa okkum ein drekkamunn afturvið.
Tað er ókeypis at luttaka í lesibólki. Bókasavnið leggur høli til og hjálpir at útvega bøkurnar, ið lisnar verða.
Tú kanst tekna teg við at senda teldupost til bbs@bbs.fo og upplýsa navn, aldur og teldupost. Til ber eisini at skriva teg á listan, sum liggur á nýggja ungdómsbókasavninum.
Øll eru hjartaliga vælkomin, óansæð um tú ert royndur ella nýggjur lesari.