hetjur í norðurlondum
hetjur í norðurlondum

Hetjur í Norðurlondum: Upplestur fyri børn

Kort nyt
13.11.18
17. november kl. 14 kemur Teresa Reinert at lesa upp úr barnabókini Handbók fyri superhetjur.
Norðurlendsk bókmentavika á barnabókasavninum. Sum vanligt í bókmentavikuni er tiltakið Sólarris, sum er upplestur fyri børn.
 
Teresa Reinert kemur at lesa upp úr barnabókini Handbók fyri superhetjur eftir Elias og Agnes Våhlund. Bergur Rasmussen hevur týtt bókina til føroyskt, men hon er ikki komin út enn.
Teresa Reinert er 21 ár og hevur seinast verið at sæð í sjónleikinum Hedda Gabler.
 
Í Handbók fyri superhetjur hitta vit Lisu, ið verður happað av nøkrum dreingjum í skúlanum. Ein dagin, tá Lisa fjalir seg inni á bókasavninum fyri nøkrum dreingjum, fær hon eyga á eina løgna bók, sum broytir alt. Henda bókin sendir nevniliga Lisu á eina ferð til at gerast superhetjan "Reyða maskan".
 
Fyri børn frá 6 ár og teirra vaksnu. 
Aftaná kunnu børnini gera sína egnu superhetjumasku ella tekna sína egnu superhetju. Litblýantar, pappír og saksar liggja frammi.
Materials