Sára Mrdalo, bindiskeið
Sára Mrdalo, bindiskeið

Eyka bindiskeið 22. februar - fullteknað

Kort nyt
03.02.23
Eyka skeið er sett á skrá tann 22. februar 2023

Orsaka av stórum áhuga, hava vit gjørt avtalu við Sáru, um at halda eitt eyka skeið tann 22. februar. Innihaldið verður neyvt tað sama, sum á skeiðinum tann 15. februar. 

Sára Mrdalo frá Navia kemur aftur at hava bindiskeið á Býarbókasavninum mikukvøldið 22. februar frá kl 19 til 21.30.

Eftir trý sera væl umtókt bindiskeið í februar og apríl fjør, hava vit bjóðað Sáru Mrdalo frá Navia á vitjan aftur.

Í fleiri ár hevur Sára hildið bindiskeið kring landið, og hava luttakararnir altíð latið sera væl at. Sára hevur framleitt og endurnýggja skeiðið fleiri ferðir, og er hetta sjeyndu ferð at hon ger nýtt innihald. Hesuferð skulu luttakararnir læra at binda ymisk struktur- og holmynstur.

Til skeiðið skulu luttakarar sjálvir hava hetta við:

  • Ermastokkar uml. nr. 4
  • Hóskandi tógv, minst tveir ymiskar litir
  • Saks
  • Penn ella blýant

Skeiðið er ókeypis, men tilmelding er neyðug. Tú kanst boða frá luttøku í avgreiðsluni við at koma inn á gólvið, ringja 302030 ella senda teldupost til bbs@bbs.fo
(GG: Ongin tilmelding er á Facebook). Luttakararnir fáa eisini eina bindibók og uppskriftir frá Navia.

Tá 35 luttakarar hava meldað til, er skeiðið fullteknað.

Materials