Sára Mrdalo, bindiskeið
Sára Mrdalo, bindiskeið

Aftur eitt bindiskeið

Kort nyt
20.04.22
Góða undirtøkan fær okkum at seta triðja bindiskeiðið á skrá

Eftir tvey sera væl umtókt bindiskeið í februar hava vit bjóðað Sáru á vitjan aftur at hava bindiskeið.

Innihaldið hesuferð verður øðrvísi enn seinast. Vit fara at binda hol- og strukturmynstur. Eisini fara vit at læsa av við nál og binda raglan.

At hava við:

  • stokkar uml. nr. 4
  • hóskandi tógv, minst tveir ymiskar ljósar litir
  • stoppinál og saks

Skeiðið er ókeypis, men tilmelding er neyðug. 
Tú kanst boða frá luttøku í avgreiðsluni við at koma inn á gólvið, ringja 302030 ella senda teldupost til bbs@bbs.fo (GG: Hesuferð er ongin tilmelding er á Facebook)

Tá 35 luttakarar hava meldað til, er skeiðið fullteknað.

Materials