Barnabókasavnið letur upp aftur
Barnabókasavnið letur upp aftur

Om dette arrangement

Tid
9:00 - 18:00
Pris
Gratis
Målgruppe

Børnebiblioteket genåbner

Býarbókasavnið fyllir 55 ár, og barnabókasavnið letur upp aftur í nýggjum hami!

Komið og hátíðarhaldið dagin saman við okkum.

Vit bjóða føðingardagskaku allan dagin!

Vit gleða okkum at lata dyrnar upp aftur og vísa tykkum fína, nýumvælda barnabókasavnið. Vit hava málað, keypt nýggjar møblar og innrættað av nýggjum. Umvælingin er gjørd við íblástri úr Havnini og føroysku náttúruni.
Barnabókasavnið hevur fingið meiri pláss, og innrættingin er gjørd fyri at stimbra lesihugin hjá børnum.

Sostatt eru:
- 12 nýggjar lesiholur og -krókar.
- Ein skansi við lesiholu mitt í rúminum.
- Ein deild til tey smáu, og ein til størru børnini.
- Ein klintriveggur.
- Fleiri framsýningarstøð til áhugaverdar bøkur.

Vit gleða okkum at vísa tykkum nýinnrættaða barnabókasavnið.

Øll er hjartaliga vælkomin!