![Lívið í havinum Lívið í havinum](https://www.bbs.fo/sites/default/files/styles/ding_secondary_large/public/14_livid_i_havinum.png)
Lívið í havinum
![Tráða og bjargingarvestur Tráða og bjargingarvestur](https://www.bbs.fo/sites/default/files/styles/ding_secondary_large/public/444760970_790479023179223_2686715008181444803_n.jpg)
Tráða og bjargingarvestur
Hjartaliga til lukku til Auru, Ró og Ronju
Kort nyt
17.05.24
Tær hava vunnið hvør sína tráðu, ein bjargingarvest og 4 pilkar. So nú kunnu tær fara á seiðaberg og skaffa familjuni góðan mat.
Í sambandi við umhvørvisvikuna 2024 varð skipað fyri veiðuferð eftir føroyskum fiskum á barnabókasavninum. Tey, sum luttóku, fyltu ein seðil út og fingu eina brosju. Harafturat vóru allir luttakararnir við í einum lutakasti um at vinna 3 tráður og bjargingarvestar.
Veiðuferðin endaði leygardagin 11. mai, og hepnu vinnararnir gjørdust also Aura, Ró og Ronja. Tær hava fingið beinleiðis boð frá okkum.