Om dette arrangement
Bókaframløga við Vónbjørt Vang
Svørt orkidé er triðja útgávan eftir Vónbjørt Vang. Bókin verður útgivin saman við essayinum Úr loggbókunum.
Mikukvøldið 15. november kl. 17 verður bókaframløga við upplestri og samrøðu. Til ber eisini at keypa bøkurnar.
Í bókini Svørt orkidé kemur lesarin tætt at lívinum á einari mammu, sum sigur frá sínum royndum við at eiga ein son, ið stríðist í lívinum. Bókin er skrivað við lýriskum brotum, essaykendum pørtum, kollasjum, yrkingum, minnisbrotum, dagbókapettum og við tilsipingum og sitatum úr bókmentasøguni.
Úr loggbókunum. 17 innlit í rithøvundaverkstaðið er eitt essay um at skriva. Eitt opið og erligt innlit í eina ritlistaliga ferð hjá einum høvundi, sum tekur tey fyrstu trilvandi fetini fram, til hon at enda fær hol á verkið, hon vil skriva.
Vónbjørt Vang (f. 1974) er rithøvundur, yrkjari, bókavørður, cand.mag. í bókmentafrøði og BA í ritlist.