Føroysk luttøka í Bruxelles
Kort nyt
08.10.18
Nýggi býarbókavørðurin, Vónbjørt Vang, er eisini yrkjari og luttók í farnu viku á bókmentatiltakinum Transpoesie í Bruxelles.
Á tiltaki á bókasavninum Muntpunt las Vónbjørt upp úr yrkingasavninum Djúpini, sum hon gav út í 2017. Samstundis varð ein ensk týðing víst á uppvørpu.
Transpoesie bjóðaði belgiska og europeiska fólkinum eitt úrval av yrkingum á upprunamálinum og í enskari, franskari og hollendskari týðing. Samstundis hevur Vónbjørt vegna Rithøvundafelagið fingið samband við European Writer’s Council, sum eggjar Rithøvundafelagnum at biðja um limaskap.
Materialer