Skerd upplatingartíð vegna smittuvanda
Eftir áheitan frá kommunala myndugleikanum letur Býarbókasavnið aftur fyri at minka um smittuvandan við corona-virusi.
Hósdagin 12/3 er opið til kl. 16.
Fríggjadagin 13/3 er opið á veghæddini til innlating og útlán kl. 10-12. Vit bjóða ikki persónliga avgreiðslu, so minst til at hava lánarakortið við.
Frá fríggjadegnum 13/3 kl. 12 og fyribils komandi tvær vikurnar er Býarbókasavnið stongt.
Bókasavnstilfar á internetinum
Um tú hevur lánarakort og loynital, kanst tú nýta talgildu tænasturnar frá bókasavninum.
Innlating av læntum bókasavnstilfari
Um tú hevur bókasavnstilfar heima, sum hevur innlatingarfreist, meðan Býarbókasavnið er stongt, kanst tú bíða við at lata tað inn, til bókasavnið er opið aftur, uttan at gjalda fyri ov seina innlating. Minst til at gera starvsfólkið vart við hetta, tá bókasavnstilfarið verður latið inn.