Ranvør og Kári á BBS
Ranvør og Kári á BBS

Ranvør og Kári á Barnabókasavninum 20. nov. 2021, kl. 15.00

Kort nyt
25.10.21
Ranvør lesur og Kári syngur á Barnabókasavninum.

Leygardagin tann 20. november kl. 15 verður eitt hugnaligt barna- og familjutiltak á Býarbókasavninum. Ranvør Isholm lesur nýggju barnasøguna Hilda og Monsi og Kári Sverrisson syngur og spælir á gittara.

Ranvør Isholm hevur sjálv skriva bókina Hilda og Monsi, sum kom út fyrr í ár. Haraftrat hevur hon skriva bókina Alda, sum kom út í 2015. Kári Sverrisson er væl kendur sangari og sangskrivari, og framførir javnan fyri og saman við børnunum. 

Tiltakið er partur av Bókadøgunum, sum Norðurlandahúsið í Føroyum skipar fyri frá 15. til 21. november.

Verið vælkomin til eina hugnaliga løtu á barnabókasavninum. Atgongd er ókeypis.