Fýra vinnarar funnir
Fýra vinnarar funnir

Fýra vinnarar eru funnir

Kort nyt
24.08.21
Millum 30 ummælir hava vit funnið fýra vinnarar

Í summar hava vit havt eina kapping, kallað Summarbókin. Børn og ung kundu lesa bøkur og skriva ummælir at lata inn til bókasavnið. Vit eru sera væl nøgd við undirtøkuna. Tað komu 30 ummælir inn, og fleiri børn hava eisini latið okkum meira enn eitt ummæli.

Lutakastið fór soleiðis fram, at fyri hvørt ummæli løgdu vit ein navnaseðil í hattin, og tóku so tilvildarliga seðlar upp.

Vinningarnir eru 4 gávukort á 300 krónur frá stóru bókahandlunum í Havn, Rit & Rák og H. N. Jacobsens bókahandli.

 

Teir hepnu vinnararnir eru:

  • Ria, 11 ár
  • Martin, 13 ár
  • Julia, 11 ár
  • Signhild, 12 ár

Bókasavnið ynskir vinnarunum til lukku, og vit takka fyri øll ummælini, sum tit hava latið okkum. Ummælini vóru so væl skrivað, at vit ætla at brúka tey á barnabókasavninum, soleiðis at onnur kanska eisini fáa hug at lesa somu bøkur sum tit.