Jógvan og Trond, M.A.Jacobsen virðisløn 2021
Jógvan og Trond, M.A.Jacobsen virðisløn 2021

Jógvan og Trond fáa M. A. Jacobsens virðislønir Tórshavnar býráðs 2021

Kort nyt
07.10.21
Mentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs 2021 vórðu latnar í Müllers pakkhúsi hóskvøldið 7. oktober 2021. Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2021 verður latin Jógvani í Lon Jacobsen, professara í føroyskum á Fróðskaparsetri Føroya, fyri verkið Føroysk purisma. Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2021 verður latin Trond Trosterud, professara í máltøkni á universitetinum í Tromsø. Í ár varð ongin virðisløn latin fyri fagrar bókmentir.

Orðingarnar á heiðursbrøvunum ljóða soleiðis:

Fyri yrkisbókmentir:

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2021 verður latin Jógvani í Lon Jacobsen, professara í føroyskum á Fróðskaparsetri Føroya, fyri verkið Føroysk purisma.

Bókin varpar nýtt ljós á føroyska málsøgu við purismuni sum sáld. Við støði í stórari samanberandi kanning setir høvundurin føroyska purismu í norðurlendskt høpi og gevur soleiðis lesaranum eina djúpari fatan av puristiskum hugburði í samtíðini. Hetta er eitt viðkvæmt evni – er tað føroyskt ella bara orð í føroyskum? Høvundurin lyftir seg upp um ósemjurnar og vísir á, at málvariatión skapar rúmari ræsur í málinum. Jógvan í Lon lýsir føroyska purismu við vísindaligum neyvleika og miðlar hana á ein hátt, sum er viðkomandi bæði fyri frøðingin og tann vanliga føroyingin við áhuga fyri málinum.

Fyri mentanaravrik:

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2021 verður latin Trond Trosterud, professara í máltøkni á universitetinum í Tromsø.

Sjálvboðin og uttan kostnað hevur hann gjørt ein nýggjan føroyskan rættstavara í samstarvi við Føroyamálsdeildina. Hann hevur gjørt aðrar rættstavarar og tykist hava serligan alsk til fáment mál. Umframt rættstavaran hevur hann ment ein elektroniskan tekstabanka við uml. 10 milliónum føroyskum orðum, har tað ber til at leita og kanna, hvussu orð verða brúkt í føroyskum. Rættstavarin og tekstabankin liggja á netinum ókeypis at brúka. Arbeiðið hjá Trond Trosterud byggir á humanistiska idealismu, málfrøðiligt innlit og ein brennandi áhuga fyri máli.

Í ár varð ongin virðisløn latin fyri fagrar bókmentir.

 

(Myndir: Finnur Justinussen og www.nrk.no)