Danial Hoydal og Annika Øyrabø, Abbi og eg og abbi
Danial Hoydal og Annika Øyrabø, Abbi og eg og abbi

“Abbi og eg og abbi” fingið barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins

Kort nyt
07.10.22
Býarbókasavnið ynskir teimum hjartaliga til lukku við heiðrinum.

“Abbi og eg og abbi” fekk í gjár Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðssins 2022, sum var handað á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn.

Vakra bókin, sum Dánial Hoydal hevur skrivað, og Annika Øyrabø hevur myndprýtt, snýr seg um ein drong og abba hansara, sum broytist og byrjar at gloyma. 

Útnorðurráðið lýsir í tilnevningini Abba og eg og abba soleiðis:

Dánial Hoydal varpar við bókini ljós á eitt eymt og viðkomandi evni á ein virðiligan og barnavinaligan hátt. Lætt og sakliga gevur bókin høvi at práta um demens, sum rakar nógvar familjur. 

Dánial Hoydal dugir væl at lýsa tað álvarsama saman við eitt sindur av skemti og løttum orðaspæli, so at vónin sleppur at liva. Tað ger tað lættari at skilja og tosa um tað, sum tyngir. Annika Øyrabø dugir kynstri at skapa eina søgu bara við myndum. Við skuggum og dýpd skapa hennara pappírsklipp eitt trívíddar rúm, sum gevur lesaranum kensluna av at gerast eitt við søguna um dreingin og abban. Frá sjónarmiðnum hjá dreinginum, síggja vit hvussu orð og gerðir hjá abbanum broytast, so hvørt sum hann byrjar at gloyma. Við einføldum orðum og spælandi stíli lýsir Dánial Hoydal broytingina og serliga sambandið millum teir báðar. Í eini annars vónleysari støðu, merkist ein hiti og gleði.

Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út í 2021.