Læn ein bókakalendara
Læn ein bókakalendara

Læn ein jólakalendara við bókum

Kort nyt
22.11.23
Soleiðis fært tú ein innihaldsríkan og umhvørvisvinaligan pakkakalendara:

Læn ein bókakalendara á bókasavninum. 

Tú kanst velja bókarúgvur, sum bókavørðirnir hava pakkað við 24 ella 4 bókum.

Vilt tú gera meira burturúr, kanst tú pakka hvørja einstøku bók inn heima, og brúka tær í pakkakalendaranum. Tað ber eisini til at koma á barnabókasavnið og sjálv/ur velja tær bøkurnar til jólakalendaran. Bókavørðirnir eru fúsir at hjálpa.

Bókakalendarar eru klárir at læna frá 24. november. Aftan á jól lata tit allar bøkurnar inn aftur.

Vit ynskja øllum børnum og teirra vaksnu fólkum ein góðan jólamánað. At lesa saman er nærvera. 

Materialer