Bók við summardáum
Bók við summardáum

Vi anbefaler

Bøger
02.09.20
Bibliotekspersonalet anbefaler bøger. Alle bøgerne kan lånes på biblioteket, og nogle af dem kan også lånes som lydbøger og/eller e-bøger.

Spennandi avdúking av einum njósnara
Kalda kríggið er av, og nógvar skjalagoymslur við loyniligum skjølum lata alment upp. Fyri ungarska rithøvundin András Forgách fær hetta álvarsligar avleiðingar. Hann fær at vita, at mamman, sum hann elskaði og virdi, í nógv ár hevði verið njósnari fyri ungarsku fregnartænastuna.
Mamman, sum var jødi og uppvaksin í Palestina, flutti aftan á seinna heimsbardaga við rumensk-jødiska manni sínum til Ungarn. Hon var sjúkrasystir og hann tíðindamaður. Tey vístu bæði alment sín antisionistiska hugburð, og hetta gjørdi tey til uppløgd evni sum njósnarar hjá kommunistiska stýrinum.
András hevur sera trupult við at góðtaka hesa uppfatanina av mammuni. Hon, sum var so vøkur, gløgg og empatisk og altíð hevði húsið fult av vinfólki og vinum hjá børnunum, vísti seg at vera ein njósnari, sum avlurtaði bæði familju, vinir og kenningar.
Bókin er ein samanrenning av fiktión og fakta og spennandi at lesa.
András Forgách: Sandheden om min mor (2020). 316 síður.

Syrgilig, men eisini vøkur, skaldsøga úr Lettlandi
Skaldsøgan gongur fyri seg í Lettlandi í árunum undir sovjetskum yvirræði – frá 1944, tá reyði herurin kom inn í landið, at reka nasistarnar burtur, til 1989 tá múrurin fall. Ein mamma og ein dóttir skiftast um - í stuttum brotum - at fortelja søguna um seg sjálva og um hvørja aðra hesi árini.
Mamman varð fødd í 1944. Hon er ein gløggur og sannleikasøkjandi persónur, men sálarliga er hon við at ganga undir í totalitera kommunistiska samfelagnum. Hon er lækni við serfrøði innan fertilitet, men tá dóttirin kom til verðina í 1969, hevði hon ongan móðurkærleika og onga umsorgan at bjóða lítla barninum. Hon er beisk um russisku kúganina og vildi ikki geva dóttrini bróst, tí hon helt móðurmjólk sína vera “beiska og fulla av óvissu” – eins og var mjólk hennara eitrað av kommunismu og kúgan. Hon hevur onga vón um betri framtíð og plágast av depressiónum.
Dóttirin fær kærleika og tryggleika frá ommuni og abbanum, sum minnast eitt frælst Lettland. Hetta er við til, at frælsisvónin sprettur í henni. Og tá søgan endar, sær framtíðin eisini ljósari út fyri Lettland.
Tað er syrgiligt at lesa um lítlu gentuna, sum má klára seg uttan móðurliga umsorgan. Og rørandi at lesa um, hvussu góð gentan er við mammu sína hóast alt. Og vakurt at lesa um kærleikan, sum veksur fram teirra millum, sum árini líða.
Søgan um møðgurnar er samstundis søgan um Lettland og lettiska fólkið hesi árini. Hvørki omman, mamman ella dóttirin verða nevndar við navni í bókini, og tað styrkir fatanina, at søgan kundi verið um einhvørja aðra lettiska ommu, mammu ella dóttur.
Nora Ikstena: Móðurmjólk (2020).

Higartil besta bókin, sum býarbókavørðurin hevur lisið í ár
Ein sansalig og poetisk brævaskaldsøga eftir unga vietnamesisk-amerikanska høvundin Ocean Vuong. Fyri at finna meining og samleika skrivar ein vaksin drongur mammu síni eitt bræv, har hann sigur familjusøguna, sum byrjar í Vietnam undir krígnum og fylgir slóðini til uppvøksturin í USA. Tilsamans er hetta ein søga um klassamun, eitraðan maskulinitet og transnationalitet í nútímans USA, men tað allarbesta er kærleiksfulla og poetiska frásagnin um brutalitet, harðskap og fátækradømi, ein søga full av mótsøgnum millum tað eyma og tað harðrenda.
Ocean Vuong: Vi er kortvarigt smukke her på jorden (2020). 276 síður.
Ocean Vuong: On earth we're briefly gorgeous (2019). 256 síður.

Spennandi bók um kvinnur og kríggj, dirvi og kærleika
Tá nasistarnir herseta Frakland undir seinna heimsbardaga, broytist lívið hjá systrunum Vianne og Isabelle. Vianne verður einsamøll við lítlu dóttrini, tá maðurin verður innkallaður í herin. Hon roynir sum frægast at lívbjarga sær, men tá ein týskur hermaður flytur inn til hennara at búgva, gerst lívið av álvara trupult. Kortini eydnast tað henni at bjarga onkrum barni undan at fara í fangalegu.
Isabelle er yngri en Vianne, hon fer upp í mótstøðurørsluna og setur lívið í váða fyri at bjarga flogskiparum hjá teimum sameindu, sum verða skotnir niður yvir Fraklandi.
Kristin Hannah: Nattergalen (2017). 451 síður.

Ein stuttlig og upplýsandi ljóðbók, ið best kann lýsast við at vera ein blanding av Bridget Jones og Nynne
Madeline, Leni, sum høvudspersónurin kallast, tekur okkum lesarar við á eina livandi og skemtiliga ferð í hugaheimin hjá eini kvinnu, ið stríðist við vektina og lága sjálvsvirðið, ið er komið av truplari ungdómstíð orsakað av, at hon ikki varð ein size zero.
Leni bjóðar okkum eitt h/erligt innlit í ein hugaheim, har kvinnur kunnu spegla sær í kenslunum og hugsanunum, ið hon dagliga hevur, sum yvirvektig og støk kvinna.
Ein deilig og stuttlig bók at lurta eftir, og hon er á eReolen.
Faith Andrews: Mere at holde af (2020). 9 t. og 13 min.

Skaldsøga um ungu gentuna Coru, sum er fødd sum trælur á einari plantasju í Georgia í USA
Sum tann einasta á plantasjuni eydnaðist tað mammu Coru at flýggja, men hon læt dóttur sína vera eftir, og ein ung genta uttan familju endar niðast í hierarkinum millum trælirnar. Tí tekur hon av, tá Caesar biður hana flýggja saman við sær.
Í veruleikanum var undirgrundarjarnbreytin eitt loyniligt netverk av sjálvbodnum, sum settu lívið í váða fyri at hjálpa trælum, sum flýggjaðu norðureftir. Í bókini er undirgrundarjarnbreytin ikki bara ein metaforur, men ein verulig jarnbreyt við loyniligum inngongdum og jarnbreytarstøðum. Tað riggar í søguni, og tað riggar eisini væl, at ektaðar eftirlýsingar eftir rýmdum trælum eru flættaðar inn í tekstin.Vit fylgja parinum norðureftir, meðan tey hava ein trælaveiðumann í hølunum. Komin til South Carolina verða tey væl móttikin og fáa hjálp til bústað og arbeiði, so tey gera av at verða verandi og kenna, at tey endiliga kunna anda frítt. Men Cora finnur útav, at eisini har er frælsið avmarkað, so hon heldur fram einsamøll.
Rithøvundurin fekk The National Book Award í 2016 og Pulitzer-virðislønina í 2017 fyri “Den underjordiske jernbane”.
Colson Whitehead: Den underjordiske jernbane (2017). 299 síður.

Ein skaldsøga um familjusamanhald, vón og kærleika
Skaldsøgan byggir á ættarsøguna hjá amerikanska rithøvundinum. Søgan byrjar í 1939. Jødiska familjan Kurc, sum býr í polska býnum Radom, hátíðarheldur páskahátíðina pesach. Huglagið er merkt av ófrættakendu tíðindunum, sum ganga um, at skjótt fer Týskland at gera innrás í Póllandi. Øll eru savnað uttan ein sonur, sum býr í Fraklandi, og tey vita ikki, hví hann ikki er komin sum ætlað.
Hetta verður seinastu ferð í átta ár, at tey eru saman á páskum. Tey komandi árini verða full av ræðuleikum, sum eingin hevði kunnað ímyndað sær kundu fara fram. Hjúnini Kurc og teirra fimm børn við makum og børnum verða spjadd í ymsar ættir. Á undranarverdan hátt eydnast teimum at koma livandi í gjøgnum allar vandarnar og líðingarnar og aftur savnast til pesach, nú í Rio de Janeiro.
Hetta er ein sera hugtakandi og spennandi skaldsøga við frálíkum persónslýsingum. Lesarin fær eisini innlit í jødiska umhvørvið eins og gongdina í krígnum og allan tann skelkandi harðskapin, sum fór fram. Men fram um alt er hetta ein skaldsøga um vilja til at yvirliva, familjusamanhald, vón og kærleika.
Georgia Hunter: De heldige (2020). 472 síður.

Tags
Materialer