Kom og leita eftir matvørum
Kom og leita eftir matvørum

Finn 15 føroyskar matvørur

Kort nyt
04.05.23
Kom á barnabókasavnið og finn 15 føroyskar matvørur

Í sambandi við umhvørvisvikuna 2023 verður skipað fyri veiðuferð eftir føroyskum vørum á barnabókasavninum. Tey, sum luttaka, fylla ein seðil út og fáa eina brosju. Haraftrat eru allir luttakarar við í einum lutakasti um at vinna eina súkklu.

Veiðuferðin byrjar mánadagin 8. mai og endar leygardagin 13. mai. Vinnarin verður kunngjørdur her á heimasíðuni skjótast gjørligt eftir tann 13. mai.

Góða eydnu!