eReolen Global

E-bøkur ella netljóðbøkur á enskum. Eisini nakrar e-bøkur og ljóðbøkur á øðrum málum.

Tænastan hevur í løtuni (2022) umleið 9.900 titlar á enskum, og tú kanst lesa ella hoyra tær uttan mun til slag av snildfon og teldli.

Við tær allastaðni

Tú kanst taka eReolen Global við tær á snildfon ella teldli við appini Libby.
Les vegleiðing til appina Libby

Var ikki ein heimasíða?

Jú, ein heimasíða er eisini, har tú kanst velja, um tú vilt lesa/hoyra bøkurnar beinleiðis í kaganum, ella um tú vilt taka tær niður.

Gott at vita

  •     Til tess at læna bøkur frá eReolen Global skalt tú hava lánarakort frá Býarbókasavninum
  •     Tú kanst læna eina bók í 21 dagar
  •     Tú kanst í mesta lagi hava 2 lán í senn
  •     Tú kanst í mesta lagi bíleggja 2 titlar í senn. Tú fært ein teldupost, tá bókin er tøk, og tá hevur tú 48 tímar til at gjøgnumføra lánið
  •     Tú fært atgongd til eina lesiroynd, so tú ikki kemur undir at nýta kvotuna hjá tær upp á eina skeiva bók

 

Og so vóru tað treytirnar

  •     Umleið 20.000 titlar eru, sum eru undantiknar upphavsrætti - serliga klassisk verk. Tær telja ikki við í kvotuni hjá tær
  •     Lonely Planet-bøkur kanst tú eisini læna uttan at nýta burtur av kvotuni
  •     Tú kanst eisini lata læntar bøkur innaftur, men einans um tú ikki hevur tikið tær niður
  •     Í ljóðbókum kanst tú seta lesiferðina upp og niður

 

Um tú ivast, kanst tú spyrja starvsfólkið á Býarbókasavninum. Tú kanst senda okkum ein teldupost á bbs@bbs.fo ella hitta okkum, tá starvsfólk er til staðar á bókasavninum. Um tú hevur tekniskar trupulleikar, kanst tú seta teg í samband við supportin hjá eReolen.