Dania, Beinir og Bartal á Mentanarnáttini 2021
Dania, Beinir og Bartal á Mentanarnáttini 2021

Skaldborin sjónarhorn 10. sept. kl. 19.30

Kort nyt
03.09.21
Yrkingaupplestur og tónleikur á bókasavninum til mentanarnáttina

Nýggjar skaldarøddir og nýggj sjónarhorn eru nútíðin og geva okkum ein undanráka av framtíðini.

Útsetta mentanarnáttin í Tórshavnar kommunu verður fríggjakvøld 10. september.

Á Býarbókasavninum verður yrkingaupplestur við tveimum ungum yrkjarum: Daniu O. Tausen og Beinir Bergssyni. Eisini kemur Bartal Augustinussen við gittaranum og fer at spæla nøkur løg.

Dania gav yrkingasavnið Skál út í fjør, sum snýr seg um ungdóm, átrúnað og at finna seg sjálva. Beinir hevur givið tvey yrkingasøvn út. Tann lítli drongurin og beinagrindin kom í 2017, og snýr seg um sorg og barndóm. Sólgarðurin kom út fyrr í ár, og snýr seg um menn, homoseksualitet og kærleika. 

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin!