Heystbókakafé 2021
Heystbókakafé 2021

Heystbókakafé 13. okt. 2021

Kort nyt
21.09.21
Mikudagin 13. okt. kl. 17-18 - fagrar, ungdóms- og yrkisbøkur -
Manglar tær íblástur til hvørja bók, tú skalt fara í holt við nú heystið er komið?
Kom á bókakafé á Býarbókasavninum.
Á bókakafé geva bókavørðir á Býarbókasavninum lesiprei til heilt røttu bøkurnar til tín.
Bókasavnið bjóðar okkurt at leska sær við, og við tær heim fært tú eisini ein bókalista til íblástur.
 
Hesuferð fara tríggir bókavørðir at viðmæla eini 3 bøkur hvør, og verður tað eitt breitt úrval av føgrum bókmentum, ungdómsbókum og yrkisbókum.