Býarbókasavnið er fyri øll
Býarbókasavnið er fyri øll

Fólkabókasavnið í broyting - 17. nov. kl. 19-20

Kort nyt
14.11.21
Pallborðskjak um endamál, uppgávur og raðfestingar verður á Býarbókasavninum

Býarbókasavnið skipar fyri pallborðskjaki tann 17. november kl. 19 til 20. Heitið á tiltakinum er fólkabókasavnið í broyting, og kjakast verður um fólkabókasøvn, endamál, uppgávur og raðfestingar. Tað verður Ivan Hentze Niclasen, sum fer at stýra kjakinum. Við pallborðið fara fýra fólk at sita, sum hava meiningar og hugsjónir um fólkabókasøvn í Føroyum:

  • Vónbjørt Vang, býarbókavørður
  • Sigurð Vang, leiðari á mentanardeildini hjá Tórshavnar Kommunu
  • Hildur Patursson
  • Pætur Marjunarson Dahl

Tiltakið er partur av skránni hjá Bókadøgunum, sum Norðurlandahúsið skipar fyri. Men gevið gætur, at hetta tiltakið er á Býarbóksavninum í miðbýnum í Havn og ikki í Norðurlandahúsinum.
---
Tey seinnu árini hevur Býarbókasavnið gjørt sokallaða Mál- og avriksavtalu við Tórshavnar kommunu. Henda verður endurnýggja og tillaga hvørt ár. Somuleiðis verður ein ársfrágreiðing gjørd, har býarbókavørðurin m.a. eftirmetir og ger upp, hvat virksemi hevur verið farna árið. Hesi skjøl eru atkomulig niðanfyri her.

Her er videoupptøka av kjakinum og ein skrivligur stuttur samandráttur: Fólkabókasavnið í broyting.