Bókasavnið letur upp 20. apríl
Bókasavnið letur upp 20. apríl

Bókasavnið letur varliga upp

Kort nyt
17.04.20
20. apríl lata vit upp fyri innlating og lán av bíløgdum tilfari

20. apríl letur bókasavnið upp aftur, men fyribils er bara opið á niðastu hæddini. Opið er fyribils mánadag-fríggjadag kl. 11-14. Til ber at lata inn og heinta bílagt tilfar. Minst til at hava lánarakortið við!

Fyrireika teg heimanífrá
Bílegg tilfar á www.bbs.fo ella skriva til bókavørðin á bbs@bbs.fo. Tú fært teldupost/sms, tá tilfarið er klárt at heinta. Minst til at hava lánarakortið við!

Tilfar, sum er farið út um innlatingarfreistina, skal latast inn í seinasta lagi 1. mai 2020
Minst til at lata inn alt tilfar, sum hevur havt innlatingarfreist í tíðarskeiðnum 12. mars – 13. apríl, báðir dagar eru íroknaðir, og ger starvsfólkinum vart við, um bót er komin á.

  • Bókasavnið er opið mánadag-fríggjadag kl. 11-14
  • Í mesta lagi 5 brúkarar kunnu vera inni í senn, so vinarliga ger skjótt av
  • Spritta hendurnar, tá tú kemur inn
  • Vit ansa eftir hvørjum øðrum