Altjóða yrkingadagur 2023
Altjóða yrkingadagur 2023

Altjóða yrkingadagur 21. mars

Kort nyt
03.03.23
Tann 21. mars er altjóða yrkingadagur

21. mars er altjóða yrkingadagur. Tað er UNESCO, sum hevur valt henda árliga afturvendandi dagin. Endamálið er at stuðla og heiðra málsligt fjølbroytni, at geva eina rødd til tey mongu hóttu málini í heiminum og at kasta ljós á lesing, undirvísing, skriving og útgávu av føgrum bókmentum um allan heim.

Tað er góð venjing fyri heilakyknurnar, tá yrkingar í sínum stutta samandrigna formi tala beinleiðis til sansirnar og lata upp ein heim av hugløgum, kenslum og tankum. Tú kanst lesa eina yrking upp á nakrar fáar minuttir; tá tú situr stillur við einum drekkamunni, bíðar eftir bussinum ella áðrenn songartíð. Tað skulu ikki nógvir setningar til, fyri at tú fært eina bókmentaliga uppliving, sum tú kanst bera við tær tað sum eftir er av degnum ella alt lívið.

Býarbókasavnið hevur nógv yrkingasøvn á hillunum. Úrvalið er á føroyskum og donskum, umframt nakað á øðrum máli. Lánarar okkara hava eisini ókeypis talgilda atgongd til yrkingar á eReolen.

Upplestur og sangur 21. mars 2023

Á Býarbókasavninum halda vit altjóða yrkingadagin við einum upplestrartiltaki og sangframførslu. 

Rannvá Holm Mortensen, Malan Poulsen og Arnbjørn Ó. Dalsgarð bera egnar yrkingar fram, og Kári Sverrisson fer at syngja nakrar sangir.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.

Tags