Lesiringar hittast og tosa um Sáru Malenu
Lesiringar hittast og tosa um Sáru Malenu

Information about the event

Time
18:30 - 20:30
Price
Free
Target

Femifagnaður: Sára Malena

Lesiringar hittast og tosa um bókina hjá Sólrún Michelsen. Samrøða og sangframførsla verður eisini.

Altjóða kvinnudagurin nærkast, og Føroyar lesa og Býarbókasavnið vilja gera sítt til at varpa ljós á kvinnur í bókmentum.

Í hesum sambandi bjóða vit øllum til eitt óformligt prát um Sáru Malenu. Sára Malena - Seinasta gandakellingin í Føroyum er nýggjasta skaldsøgan eftir Sólrúna Michelsen. Skaldsøgan byggir á veruliga persónin Sáru Malenu úr Skúvoy, sum segðist at duga gand. Men møguliga var hon ein misskiltur feministur?

Vit fara at skipa kvøldið við eini samrøðu, sum Marna Jacobsen fer at hava við høvundin, og einum kjaki við íblástri frá lesiringafundunum, sum eru á Býarbókasavninum. Øll eru vælkomin at seta høvundinum spurningar, og vit hjálpa til við at orða spurningar, sum vit plaga at gjøgnumganga á lesibólkafundum.

Unn Patursson fer at framføra nøkur løg, og vit bjóða ein kaffimunn afturvið prátinum.

Øll eru vælkomin, einstaklingar sum lesibólkar.