Vígdis Bjarnadóttir
Vígdis Bjarnadóttir

Vígdis nýggjur varaleiðari

Kort nyt
26.09.19
Tórshavnar kommuna hevur sett Vígdis Bjarnadóttir í starv sum 1. bókavørð og varaleiðara á Býarbókasavninum

Vígdis hevur drúgvar royndir sum bókavørður á Landsbókasavninum, eitt skifti eisini sum 1. bókavørður. Hon varð útbúgvin bókavørður í 2001 og fekk í 2016 kandidatprógv í mentan og miðling frá Syddansk Universitet.

Vígdis er 48 ár og býr í Nólsoy saman við familju síni. Hon tekur við starvinum 1. november 2019.