Starvsfólk til Býarbókasavnið
Søkt verður eftir einum starvsfólki til Býarbókasavnið at arbeiða 27 tímar um vikuna frá 1. november 2019 at rokna.
Sum starvsfólk tekur tú lut í skiftandi uppgávum á stovninum. Høvuðsuppgávurnar fevna tó í stóran mun um klárgering av bókasavnstilfari, einamest plasting av bókum. Harumframt skalt tú arbeiða í avgreiðsluni, har tú skalt taka ímóti viðskiftafólki og veita teimum ymiskar tænastur. Arbeitt verður í vaktum, morgun-, dag- og kvøldvaktum, umframt eisini ávísar leygar- og sunnudagar.
Vit leita eftir einum fólki, sum umframt nevndu uppgávur eisini kann taka hond í PR og miðlan av tilboðum bókasavnsins. Ein, sum í tøttum samstarvi við onnur á stovninum, verður við til at gera bókasavnið meiri sjónligt.
FØRLEIKAR
Til starvið krevst viðkomandi útbúgving ella viðkomandi royndir. Tú skal vera fyrikomandi, duga at arbeiða í toymi og vera tænastusinnað/-ur, soleiðis at viðskiftafólk altíð kenna seg í góðum hondum.
Tú skalt duga at orða teg væl munnliga og skrivliga á føroyskum, donskum og enskum og skalt duga væl við talgildum loysnum og KT-skipanum.
SETANARTREYTIR
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið.
UMSÓKNIN
Umsóknin skal, saman við prógvum og møguligum viðmælum, sendast til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi mánadagin 7. oktober 2019 kl. 12. Merk umsóknina „Starvsfólk til Býarbókasavnið“.
Fyrispurningar um starvið kunnu setast Vónbjørt Vang, býarbókavørði, á vonbjortv@bbs.fo og Fridu Kunoy, avgreiðslusamskipara, á frida@bbs.fo, ella við at ringja 302030.
Býarbókasavnið er eitt bókasavn í hjartanum á Havnini og er størsta fólkabókasavn í landinum. Um árið koma áleið 100.000 vitjandi inn um dyrnar á Býarbókasavninum. Starvsfólkini eru í løtuni 13 í tali.