Søla av brúktum bókum
Søla av brúktum bókum

Søla av brúktum bókum 15.-20. februar 2023

Kort nyt
18.01.23
Vit selja brúkt bókasavnstilfar. Prísurin lækkar hvønn dag.

Ein neyðugur partur av uppgávunum á einum bókasavni er at viðlíkahalda savnið. Umframt at keypa inn er neyðugt at rudda út av og á. Í staðin fyri at burturbeina hesar frátiknu bøkurnar, bjóða vit borgarum at keypa tær fyri lítið og lætt.

Nú kanst tú gera kvettið

Manglar tær okkurt til hillarnar har heima? Ella eina gávu til ein vin? Bókasavnið stendur at bresta við góðum bókum, og fara vit tí enn einaferð at skipa fyri bókasølu. Kom inn á gólvið á bókasavninum, har tú kanst keypa brúkt bókasavnstilfar sera bíliga. Hetta er ein sokallað hollendsk bókasøla, har prísurin lækkar hvønn dag:

Mikudag               20 kr/stk
Hósdag                 15 kr/stk
Fríggjadag            10 kr/stk
Leygardag           fyll posan fyri 10 kr
Sunnudag            alt er ókeypis
Mánadag             alt er ókeypis

Nú er at smekka til.