Avtala undirskrivað um atgongd til skjøl
Avtala undirskrivað um atgongd til skjøl

Samstarv millum Býarbókasavnið og Tjóðskjalasavnið

Kort nyt
01.12.21
Fjarlesistova hjá Tjóðskjalasavninum flytir inn á Býarbókasavnið.

Samstarvsavtala er gjørd millum Tórshavnar kommunu og Tjóðskjalasavnið um virksemi á Býarbókasavninum.

Í farnu viku skrivaðu Tjóðskjalasavnið og Tórshavnar kommuna undir samstarvsavtalu. Endamálið er at menna og skipa samstarvið millum Býarbókasavnið og Tjóðskjalasavnið -  í fyrsta umfari við fjarlesistovu á Býarbókasavnium til tilfar frá Tjóðskjalasavninum.

Tjóðskjalasavnið hevur til endamáls at tryggja varðveitingina av savnsskjølum, ið hava søguligt virði og hava fyrisitingarligan og rættarligan týdning fyri borgarar og myndugleikar. Tjóðskjalasavnið skal syrgja fyri, at varðveittu savnsskjølini altíð eru tøk hjá myndugleikum og almenninginum.

Tjóðskjalasavnið fær við hesum eyka møguleika fyri at bjóða lesistovubrúkarum sínum enn betri umstøður, við at vera meira sjónlig mitt í býnum og við at bjóða viðskiftafólki góða atgongd og hentleikar.

Eisini er ætlanin at hava framsýningarmontru og aðra miðling av áhugaverdum skjølum hjá Tjóðskjalasavninum.

Ætlandi byrjar tænastan á Býarbókasavninum í februar 2022 og verður nærri kunngjørt í januar 2022.

Á myndini síggjast Vígdis Bjarnadóttir, virkandi leiðari á Býarbókasavninum, Sámal Tróndur Finsson Johansen, stjóri á Tjóðskjalasavninum, Heðin Mortensen, borgarstjóri og Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini.