Vónbjørt Vang
Vónbjørt Vang

Nýggjur býarbókavørður

Kort nyt
25.09.18
Nýggjur býarbókavørður varð settur 19. september.

Vónbjørt Vang hevur røkt starvið sum virkandi býarbókavørður síðani 6. juni 2018 tá undanfarni leiðarin Arnbjørn Ó. Dalsgarð fór úr starvi.

Vónbjørt Vang er útbúgvin bókavørður og cand.mag í bókmentafrøði og samtíðarmentan frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn, og hevur starvast á Býarbókasavninum síðan á sumri 2013, fyrst sum bókavørður i farloyvisstarvi og síðan á sumri 2014 sum fyrstibókavørður og varaleiðari á Býarbókasavninum og eitt tíðarskeið í 2016 eisini sum virkandi býarbókavørður. 

Vónbjørt Vang er 43 ár og býr í Gøtu.