Abbi og eg og abbi, Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2021
Abbi og eg og abbi, Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2021

Dánial og Annika fingið Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs 2021

Kort nyt
07.10.21
Mentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs 2021 vórðu latnar í Müllers pakkhúsi hóskvøldið 7. oktober 2021. Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2021 varð latin Anniku Øyrabø Jacobsen og Dániali Hoydal fyri bókina Abbi og eg og abbi.

Orðingarnar á heiðursbrævinum ljóða soleiðis:

Myndlistakvinnan Annika Øyrabø fær Barnamentanarvirðisløn Tórshavnar býráðs fyri myndprýðing av bókini Abbi og eg og abbi, sum Dánial Hoydal hevur skrivað tekstin til. 
Annika Øyrabø dugir sjáldsama kynstrið at siga søguna einans við myndum. 
Við skuggum og dýpd skapa klippmyndir hennara eitt trídimensionalt rúm, har lesarin fær kensluna av at verða drigin inn í søguna um drongin og abban, sum fær demens. 
Bókin er prýdd við hópin av smálutum og smásøgum, eisini symbolskum vísdómslutum sum leykinum og súreplinum, sum til ber at práta við børnini um.
Við broytingum í ljósi og litum, andlitsbrøgdum og eygnabráum lýsir Annika Øyrabø á meistarligan hátt sjúkutilgongdina eins og skiftandi huglagið í søgugongdini, líka frá sorgloysi til ørkymlan, ótta og vón.

Rithøvundin Dánial Hoydal fær Barnamentanarvirðisløn Tórshavnar býráðs fyri søguna Abbi og eg og abbi, sum Annika Øyrabø hevur myndprýtt. 
Í bókini um drongin og abban, sum fær demens, lýsir Dánial Hoydal á ein varligan og virðiligan hátt eitt viðbrekið og viðkomandi evni í barnahædd. 
Við lætta og fynduga penni sínum gevur høvundin børnum og vaksnum høvi at práta um fólkasjúkuna demens, sum rakar so mangar familjur.
Dánial Hoydal dugir framúr væl at siga tað álvarsliga við einum dismi av skemti og stuttligum orðaspølum, so vónin fær loyvi at liva. Tá er lættari at skilja og práta um tað, sum nívir.