Hálvtíðarstarv sum skrivstovufólk

BýarbókasavniðSøkt verður eftir einum skrivstovufólki til Býarbókasavnið at arbeiða hálva tíð, at byrja skjótast til ber.

Høvuðsuppgávan er at arbeiða í avgreiðsluni á Býarbókasavninum, har tú skalt taka ímóti viðskiftafólki og veita teimum ymiskar tænastur. Starvið fevnir eisini um aðrar skrivstovuuppgávur, sum eru knýttar at virkseminum á Býarbókasavninum. Arbeitt verður í vaktum, morgun-, dag- og kvøldvaktum, eisini ávísar leygar- og sunnudagar.

Starvið er 1/2-tíðar starv at byrja við, men við møguleika fyri fastsetan og longri arbeiðstíð í komandi ári.

FØRLEIKAR
Vit sóknast eftir fólki við útbúgving sum skrivstovufólk ella við viðkomandi royndum, ið eru at sammeta við hetta. Viðkomandi skal vera fyrikomandi, duga at arbeiða í toymi og vera tænastusinnað/-ur soleiðis, at viðskiftafólk altíð kenna seg í góðum hondum.

Tú skalt duga at orða teg væl munnliga og skrivliga á føroyskum, donskum og enskum, og skalt kenna teg trygga/-n at nýta KT-skipanir og talgildar loysnir.

SETANARTREYTIR
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið.

UMSÓKN
Umsóknin skal, saman við prógvum og møguligum ummælum, sendast til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 27. august 2018. Merk umsóknina "Skrivstovufólk til Býarbókasavnið".

Fyrispurningar um starvið kunnu setast Vónbjørt Vang, virkandi býarbókavørði á vonbjortv@bbs.fo og til Fridu Kunoy, avgreiðslusamskipara á frida@bbs.fo, ella við at ringja 302030.

 

Býarbókasavnið er eitt bókasavn í hjartanum á Havnini og er størsta fólkabókasavn í landinum. Um árið koma áleið 140.000 vitjandi innum dyrnar á Býarbókasavninum. Starvsfólkini eru í løtuni 13 í tali.

Upprættað: 8/16/18

Net bøkur

Net ljóðbøkur

Net filmar

Net grunnar

Niels Finsens gøtu 7 - 100 Tórshavn - Tel 302030 - bbs@bbs.fo