Kvinnuróður 100 ár á baki

Tað var ein lýsing eftir kvinnuligum rógvarum í Tingakrossi í juli 1918, sum setti gongd á kvinnuróður í Føroyum. Høvið var tilstundandi ólavsøkuróðurin, og líka síðan hevur ólavsøkuróðurin verið fastur táttur á ólavsøku og hevur sostatt 100 ár á baki í ár.

Lýsarin var Andrea Árting, og hennara ynski var at prógva, at kvinnur kundu hava eins gott áralag og menn. Undirtøkan var so mikið góð, at tað eydnaðist Andreu at manna fimmmannafarið “Kristinu” til ólavsøkuna í 1918.

Kappróður hevði hennara stóra áhuga, men hon stríddist eisini eldhugað fyri at tryggja javnrættindi millum menn og kvinnur. Hon stóð á odda í ótroyttiliga stríðnum, sum endaði við, at kvinnur og menn loksins fingu somu løn fyri sama arbeiði í 1981. Tað er eisini hetta stríðið, ið hevur gjørt hana til ta stóru fyrimynd, hon er í dag.

Nú landið er í stevnu- og kappróðrarhýri, og ólavsøkan stundar til, ynskir Tórshavnar býarsavn at varpa ljós á hesa megnarkvinnu, sum slóðaði fyri, at kvinnur fóru at rógva kapp og annars vera við í almenna rúminum sum heild. Í hesum sambandi letur spennandi framsýning um Andreu Árting upp í hølunum innast á veghæddini á Býarbókasavninum mikudagin 11. juli kl. 10.

Ivan Niclassen hevur framleitt tilfarið til framsýningina, og veitarar av myndum og skjølum eru Bjarni Rubeksen, Eyðun Árting, Kári Árting, Alan Brockie, Kalmar Lindenskov, Tjóðsavnið og Landsbókasavnið.

Framsýningin verður opin til 12. august og er samskipað av Tórshavnar býarsavni.

Á móttøku mikumorgunin fer Marin Katrina Frýdal, býráðslimur, at siga nøkur orð.

Øll eru vælkomin.Andrea Árting

Upprættað: 7/10/18

Net bøkur

Net ljóðbøkur

Net filmar

Net grunnar

Niels Finsens gøtu 7 - 100 Tórshavn - Tel 302030 - bbs@bbs.fo