Býarbókavørður til Býarbókasavnið

Vilt tú seta dám á og við eldhuga leiða og mynda ein týðandi tænastustovn í føroyska mentanarumhvørvinum og menna Tórshavnar kommunu sum eina virkna mentanarkommunu – so er hetta møguliga starvið til tín!

Starvið sum býarbókavørður og leiðari fyri Býarbókasavnið er leyst at søkja við starvsbyrjan 1. september 2018 ella eftir nærri avtalu.

UM BÝARBÓKASAVNIÐ
Býarbókasavnið er ein kommunalur stovnur innan mentamálaøkið í Tórshavnar kommunu.

Býarbókasavnið hevur ein týðandi leiklut í gerandisdegnum hjá fólki í býnum, ungum sum eldri. Sum mentanar- og kunningardepil í miðbýnum og við hópatals bókum, tíðarritum, talgildum miðlum o.ø. skal Býarbókasavnið áhaldandi mennast og vera ein fjøltáttaður, nýskapandi, sjónligur og virkin tænastustovnur, ið røkkur út um vanliga bókasavnsvirksemið.

MISSIÓN
Býarbókasavnið fremur upplýsing, lærdóm og mentanarligt virksemi í Tórshavnar kommunu og í Føroyum annars.

VISJÓN
Býarbókasavnið skal tryggja øllum borgarum í kommununi og borgarum aðrastaðni góða og sjónliga atgongd til upplýsing, lærdóm og mentanartilboð og geva hvørjum borgara sær, uttan mun til aldur, kyn, heilsustøðu, ella samfelagsliga støðu annars, møguleika fyri djúphugsan og menning av egnum evnum og førleikum.

Til at røkka endamálinum skal Býarbókasavnið hava til taks bøkur, tíðarrit, ljóðbøkur og annað hóskandi tilfar, sum verður lænt út uttan viðurgjald, og sum umboðar dygd, fjølbroytni og er aktuelt. Neyðugt er eisini at hava starvsfólk, sum eru útbúgvin til at savna, skipa, meta um og miðla tilfarið og kunnu geva brúkarum holla vegleiðing í øllum viðurskiftum á bókasavninum. Eisini skal Býarbókasavnið bjóða umstøður, umhvørvi og kunning, sum vekir forvitni og áhuga fyri luttøku í samfelagi og mentanarlívi.

Sum arbeiðspláss skal Býarbókasavnið vera eitt stað, har starvsfólkini sleppa at royna seg yrkisliga og persónliga, og har tey verða vird og sædd bæði sum menniskju og sum fakfólk.

Visjónin hjá Tórshavnar kommunu er m.a. at okkara høvuðsstaður er virkin og vakin, herundir livandi, við upplivingum og avbjóðingum, men eisini við tryggleika og nærleika, at høvuðsstaðurin er effektivur og framtakshugaður, við skjótari og góðari tænastu til borgarar og vinnu, at høvuðsstaðurin tænir øllum føroyingum í avgerandi leikluti sínum at ganga á odda í menningini.

STARVIÐ
Uppgávurnar hjá býarbókavørðinum spenna breitt og fevna í høvuðsheitum um:

  • at leiða og hava ábyrgd av dagliga virkseminum á býarbókasavninum
  • at tryggja eitt tíðarhóskandi, mennandi og dygdargott
    umhvørvi, bæði fyri starvsfólki og borgarum
  • at tryggja, at býarbókasavnið støðugt mennir og skapar
    nýggjar tænastur og nýtt virksemi samsvarandi tørvi
    ella møguleikum
  • at tryggja, at bókasavnið hevur fullgóða fíggjarstýring
    og fremur úrslit
  • at fylgja við og kunna seg um menning á økinum
  • at vera partur av arbeiðinum við ráðlegging av høvuðsumvælingini


FØRLEIKAKRØV
Útbúgvin bókavørður ella hevur aðra viðkomandi akademiska útbúgving. Harumframt hevur tú:

  • royndir í leiðslu
  • royndir í bókasavnsarbeiði
  • duga væl at samskifta í skrift og talu
  • góðan teldukunnleika og áhuga fyri kunningartøkni
  • innlit í fíggjarstýring


PERSÓNLIGIR EGINLEIKAR

  • góð og kveikjandi leiðslu- og samstarvsevni
  • er fyrikomandi, dugir væl at samskifta bæði innan- og uttanhýsis
  • kann virka í góðum samstarvi við starvsfelagar, verandi og nýggjar samstarvsfelagar
  • megnar at ganga á odda og bera fram hugsjónir um virksemið á bókasavninum
  • megnar at arbeiða sjálvstøðugt


SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið er eitt fulltíðarstarv og verður lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Leiðarin hevur tilvísing til mentamálaleiðaran í Tórshavnar kommunu.

UMSÓKN
Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving og royndir skulu sendast til torshavn@torshavn.fo og vera kommununi í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 10. august 2018, kl. 12.

FLEIRI UPPLÝSNINGAR
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Sigurð Ó. Vang, mentamálaleiðara, ella Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóra, á tlf. 302010.

-------------------

Fakta um Býarbókasavnið
Bókasavnið hevur tríggjar deildir, barnabókasavn, útlán fyri vaksin og lesistovu. Gólvvíddin er: 1.161 m² íalt, bókatalið er umleið 77.000 og árliga útlánið umleið 70.000. Talið av vitjandi árliga er umleið 140.000, og starvsfólkini eru 14 í tali. Stovnurin hevur árliga avriksavtalu við kommununa. Sí nærri á bbs.fo.

Karmarnir
Hølini hjá býarbókasavninum eru víðkað og broytt nakað farnu árini, soleiðis at ein partur av bókasavninum nú er í veghæddini við kaféumhvørvi, sjálvgreiðslu, teldum, umframt heilt nýggjum leikasavni v.m. Komandi árini verður ætlandi farið undir stigvísa høvuðsumvæling av bókasavnsbygninginum.

Býarbókasavnið

Upprættað: 7/5/18

Net bøkur

Net ljóðbøkur

Net filmar

Net grunnar

Niels Finsens gøtu 7 - 100 Tórshavn - Tel 302030 - bbs@bbs.fo