Lestrarhøli á bókasavninum í summar

Lestrarhøli
Aftur í summar bjóðar Tórshavnar kommuna lesandi at sita á Býarbókasavninum. Lestrarhølið verður á ovastu hæddini.
Hetta er sættu ferð, at tænastan verður á Býarbókasavninum.
Í lestrarhølinum kunnu lesandi sita í friði og náðum og arbeiða við uppgávum og lestri annars.

Hetta er eitt tilboð til teirra, ið eitt nú eru heima í summarfrí og hava tørv á einum friðarligum staði at lesa og arbeiða.

Støðugt fleiri lesa eisini á Setrinum í Føroyum, og tí er hetta eisini eitt hent stað hjá hesum at savna seg um lesnaðin í friðarligum umhvørvi í summar. Øll lesandi á hægri lestri eru vælkomin at nýta hølið.

Lestrarhølið er opið frá mánadegnum 2. juli til mikudagin 22. august 2018, og tað verður opið, tá ið Býarbókasavnið er opið.

Býarbókasavnið og lestrarhølið eru stongd á ólavsøku.

Ókeypis tráðleyst internet er í lestrarhølinum.

Upprættað: 6/27/18

Net bøkur

Net ljóðbøkur

Net filmar

Net grunnar

Niels Finsens gøtu 7 - 100 Tórshavn - Tel 302030 - bbs@bbs.fo