Ársins bókapermur 2017

Í sambandi við Bókadagar, ið vóru í Norðurlandahúsinum 24.-26. november, vóru ársins bókapermur kosnar. 51 bøkur vóru við í kappingini, og eru tær allar útgivnar seinasta árið. Permurnar eru allar sniðgivnar av føroyskum listafólkum og grafikarum. Kappast varð í tveimum bólkum: bøkur til vaksin og barna- og ungdómsbøkur.

Bókaperman hevur til endamáls at fanga eygað, skapa uppmerksemi og lýsa evnið í bókini. Perman skal sostatt selja bókina og fáa fólk at lesa hana.

Endamálið við kappingini var at lata eyguni upp fyri týdninginum av tí góðu permuni og fáa fólk at taka støðu til, hvør perma er best í teirra eygum. Í sambandi við tiltakið varð eisini skipað fyri fyrilestrinum "Selur perman?", har bókasniðgevin Malene Hald tosaði um sínar royndir og sítt arbeiði við at sniðgeva bókapermur. Hon greiddi millum annað frá altjóða rákinum innan bókapermur, og at føroyingar ganga egnar leiðir, tá vit sniðgeva permur. Eitt nú er náttúran gjøgnumgangandi í føroyskum bókapermum.

Ársins bókapermur 2017

Barna- og ungdómsbøkur
Alvi og glitursuttanAlvi og glitursuttan
Skrivað hevur Laura Dam Joensen, og Olga Kruse hevur myndprýtt bókina og sniðgivið permuna.

 

 

 

 

 Bøkur til vaksin
Tær bygdu landTær bygdu land
Skrivað hevur Óli Jacobsen, og Sigrun Gunnarsdóttir málaði í 2002 málningin, sum prýðir permuna.

Kappingin varð fyriskipað av Bókadeild Føroya Lærarafelags, Sprotanum og Gamla bókahandli. Umleið 1600 fólk atkvøddu á Facebook og á Bókadøgum í Norðurlandahúsinum.

Upprættað: 11/29/17

Net bøkur

Net ljóðbøkur

Net filmar

Net grunnar

Niels Finsens gøtu 7 - 100 Tórshavn - Tel 302030 - bbs@bbs.fo