Læn netljóðbøkur

Tú mást vera lánari á Býarbókasavninum. Kom inn og spyr, hvussu tú skalt gera, um tú ikki longu hevur eitt lánaranummar.

Soleiðis gert tú:

  1. Far inn á www.eReolen.dk ella tak eReolen-appina niður í App Store ella Google Play.
  2. Logga á við tínum lánaranummari og loynitali. Minst til at velja Býarbókasavnið í skránni yvir bókasøvn.
  3. Leita fram eina e-bók ella ljóðbók – trýst á “Lån”, síðani kanst tú lesa/lurta.
  • Á heimasíðuni kanst tú lesa/lurta online.
  • Umvegis appina kanst tú eisini taka læntu titlarnar niður – og fáa atgongd til teir uttan netsamband.

Hvør lánari kann læna 4 netljóðbøkur um mánaðin. Tá ið lánitíðin er farin, verður lánið strikað av sær sjálvum. Ert tú ikki liðug/ur við eina netljóðbók, kann hon lænast aftur, tó í mesta lagi 3 ferðir í sama ári.
Bøkur tú altíð kanst læna: Hetta eru bøkur, sum ikki telja við í útlánskvotuni. Tær hava blátt frámerki.

GG! Fer samlaða útlánið í eReolen upp um eitt ávíst mark, sum sett er fyri alt Býarbókasavnið fyri hvønn mánað, ber ikki til at læna fleiri netljóðbøkur fyrr enn næsta mánað. Hetta uttan mun til, hvussu nógvar netljóðbøkur tú hevur lænt tann mánaðin.

Góð hjálp at koma í gongd við at læna ljóðbøkur fæst her.

eReolen GO hevur ljóðbøkur til børn og ung.

Royn eisini eReolenGlobal, sum hevur e-bøkur og ljóðbøkur á øðrum málum, mest á enskum
eReolen.dk

Upprættað: 3/25/14

Net bøkur

Net ljóðbøkur

Net filmar

Net grunnar

Niels Finsens gøtu 7 - 100 Tórshavn - Tel 302030 - bbs@bbs.fo