Læn filmar beinleiðis á telduni

Fyri at streama filmar beinleiðis frá Filmstriben skalt tú vera skrásettur lánari á Býarbókasavninum.

Far inn á Filmstriben.dk.
Finn tann filmin, tú ætlar at síggja.
Logga á við tínum lánaranummari og loynitali. Minst til at velja Tórshavnar Kommuna Býarbókasavnið í skránni yvir kommunur og bókasøvn.

Lánitíðin fyri hvønn film er 24 tímar. Tá lánitíðin er farin, ber til at læna fleiri filmar, tó í mesta lagi 4 filmar um mánaðin fyri hvønn lánara.

Filmurin sæst einans á teirri telduni, har tú hevur streamað hann.
Til ber at spola og seta á pausu.

Hetta krevst av telduni

Filmstriben á iPad og iPhone – og skjótt eisini á Android.
Appin eitur "Filmstriben Next" og er ókeypis í App Store.

GG! Um samlaða útlánið í Filmstriben fer upp um eitt ávíst mark, sum sett er fyri alt Býarbókasavnið fyri hvønn mánað, ber ikki til at læna fleiri filmar fyrr enn næsta mánað. Hetta uttan mun til, hvussu nógvar filmar tú hevur lænt tann mánaðin.
filmstriben

Upprættað: 3/21/14

Net bøkur

Net ljóðbøkur

Net filmar

Net grunnar

Niels Finsens gøtu 7 - 100 Tórshavn - Tel 302030 - bbs@bbs.fo