Aftur í ár kunnu lesandi arbeiða á bókasavninum um jólini. Lestrarhølini verða á ovastu hæddini og verða latin lesandi burturav frá 12. desember til 15. januar. Hetta er triðju ferð, at tænastan verður á Býarbókasavninum um jóltíðir.

Hetta er eitt tilboð til teirra, ið eitt nú eru heima í jólafrítíðini og hava tørv á einum friðarligum staði at lesa og arbeiða.

Støðugt fleiri lesa eisini á Setrinum í Føroyum, og tí er hetta eisini eitt hent stað hjá hesum at savna seg um lesnaðin í friðarligum umhvørvi um jólini. Øll lesandi á hægri lestri eru vælkomin at nýta hølini.

Lestrarhølini eru opin frá 12. desember 2017 til 15. januar 2018, og tað verður opið, tá ið Býarbókasavnið er opið. Fyrsta dagin verður latið upp kl.13.

Upplatingartíðir:
mánadag - hósdag: 9 -21
fríggjadag: 9-18
leygardag: 10-16
sunnudag: 14-17

Ókeypis net er í Lestrarhølunum.

Niels Finsens gøta

Upprættað: 11/6/17

Net bøkur

Net ljóðbøkur

Net filmar

Net grunnar

Niels Finsens gøtu 7 - 100 Tórshavn - Tel 302030 - bbs@bbs.fo