Listaframsýningin Incognito við Aggi Ásgeirsdóttir verður frá 12. juli til hálvan august. Hetta er ein søluframsýning.

Íalt eru 14 myndir, sum allar eru gjørdar í 2017, og eru tær mixed media, akryl og decoupageteknikkur.

Aggi sigur um myndirnar: "Orð hava altíð givið mær íblástur til at gera myndir. Incognito, heitið eg havi valt til hesar myndirnar, vísir til tað ókenda og ónevnda, har okkurt óvæntað verður avdúkað og kemur til sjóndar, meðan okkurt annað framvegis fjalir seg sum loynidómur, ið vit aldrin verða tilvitað um.
At samskifta við orðum og myndum á alnótini kenna vit í gerandisdegnum, at koma fram á kendan sum ókendan tekst, leita, lesa og kanna, síggja samanhang og tilknýti millum fortíð, nútíð, peikandi móti framtíðini.
Hetta hugtekur meg nógv. Tí eri eg eisini glað fyri at sýna fram hesar myndir á Býarbókasavninum, ið fyri meg er eitt mekka fyri orð og vitan".

Aggi Ásgeirsdóttir

Upprættað: 7/12/17

Net bøkur

Net ljóðbøkur

Net filmar

Net grunnar

Niels Finsens gøtu 7 - 100 Tórshavn - Tel 302030 - bbs@bbs.fo