Í summar kunnu lesandi aftur nýta lestrarhølið á ovastu hædd á Býarbókasavninum. Har kunnu lesandi sita í friði og náðum og arbeiða við uppgávum og lestri annars.

Hetta er eitt tilboð til teirra, ið eitt nú eru heima í summarfrí og hava tørv á einum friðarligum staði at lesa og arbeiða.

Eisini í Føroyum eru støðugt fleiri lesandi, og fyri tey er tað hent at kunna savna seg um lesnaðin í friðarligum umhvørvi í summar. Øll lesandi eru vælkomin at nýta hølið.

Lestrarhølið er opið frá 26. juni til 20. august 2017, somu tíðir sum Býarbókasavnið.

Býarbókasavnið og Snarskivan (tlf. 30 20 10) svara spurningum viðvíkjandi lestrarhølinum.

Frítt internet er á Býarbókasavninum og í lestrarhølinum. 
Býarbókasavnið

Upprættað: 6/19/17

Net bøkur

Net ljóðbøkur

Net filmar

Net grunnar

Niels Finsens gøtu 7 - 100 Tórshavn - Tel 302030 - bbs@bbs.fo