Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens 2017

Hósdagin 5. oktober kl. 17 handar Tórshavnar kommuna Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens á almennari samkomu í Müllers Pakkhúsi í Havn.

Tilsamans fýra virðislønir verða latnar í ár. Tvær verða latnar í navni M.A. Jacobsens, ein fyri fagurbókmentir og ein fyri mentanaravrik, umframt tvær Barnamentanarheiðurslønir.

Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens
Fyrstu bókmentavirðislønir M.A. Jacobsens vórðu latnar í 1958 og frá byrjan vórðu ein ella tvær virðislønir latnar. Eftir 1972 skuldi onnur virðislønin latast yrkisbókmentum og hin fagurbókmentum. Frá 1985 bar eisini til at lata virðisløn fyri mentanaravrik, og nevndin fekk heimild til ikki at lata onkra av virðislønunum.

Limir í nevnd M.A. Jacobsens frá 2017 og fýra ár fram eru Erling Isholm, Jákup Jacobsen og Høgni Joensen, vald av býráðnum, Vár í Ólavsstovu fyri Rithøvundafelagið og Malan Marnersdóttir fyri Fróðskaparsetrið. Eingin formaður er í nevndini, men fastur skrivari er vanliga býarbókavørðurin.

Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs
Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs varð fyrstu ferð latin í 1977 og hevur verið latin næstan uttan íhald síðani tá. Reglugerðin heimilar nevndini at lata upp til tvær virðislønir ella onga, um einki verk er mett at vera virðislønarvert.

Í nevndini fyri Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs eru Gunnvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini og fastur limur, Malan Hilmarsdóttir, barnabókavørður á Býarbókasavninum, skrivari og fastur limur, Tráin P. Nónklett og Bjørg Dam, vald av býráðnum, og Marin Joensen, vald fyri skúlabókavørðirnir við kommunalu skúlarnar í Tórshavnar kommunu.

Øll eru vælkomin
Tá Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens verða handaðar hósdagin 5. oktober, verða eisini framførslur av tónleiki og sangi. Øll eru vælkomin til hesa heiðursløtu í Müllers Pakkhúsi í Havn.

Til ber at lesa meira um mentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs her á heimasíðuni.

Vegna nevndir Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens og Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs
Arnbjørn Ó. Dalsgarð, býarbókavørður, og Malan Hilmarsdóttir, barnabókavørður

Heðin M. Klein

Upprættað: 10/4/17

Net bøkur

Net ljóðbøkur

Net filmar

Net grunnar

Niels Finsens gøtu 7 - 100 Tórshavn - Tel 302030 - bbs@bbs.fo