Tíðindaskriv, 5. oktober 2017

SunnudagslandVirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2017 verður í ár latin Sissal Kampmann fyri yrkingasavnið Sunnudagsland frá 2016. Nevndin sigur í grundgeving sínari, at savnið lýsir lívið í brotum á nógvum pallum í senn, og at tað skapar eina álítandi, samansetta mynd av samtíðini.

"Savnið lýsir heimliga smáputlið og setir tað í frásjón í spurninginum um fremmandagerð, sum ítøkiliga verður lýst í tvíbýttu sinnisstøðuni: útlongslinum og strembanini eftir at sætta seg við tað heimliga, at hoyra til og falla til."

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir er kr. 35.000 kr.

 

Sjónleikur heiðraður við barnamentanarheiðurslønum
Hanna Flóvinsdóttir og Hjálmar Dam

Onnur barnamentanarheiðurslønin í 2017 verður latin Hjálmari Dam og Honnu Flóvinsdóttir, sjónleikarum. Tey hava hegnisliga skrivað, leikstjórnað og spælt seg inn í hjørtuni á bæði vaksnum og børnum, sigur nevndin millum annað í grundgeving sínari.

 

 

 

 

Havnar Sjónleikarfelag búmerki

Hin barnamentanarheiðurslønin verður latin Havnar Sjónleikarfelag, sum seinastu mongu árini hevur megnað at verið karmur um góðan og fjølbroyttan sjónleik til børn.
"Eldri og nýpallsettir leikir, sum flestu eru bygdir á kendar og virdar barnabókmentir sum t.d. Pinocchio, Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskóginum, Fólk og dólgar í Kardamummubýnum og Pettson og Findus, hava fest seg í medvitið hjá børnum kring alt landið," sigur nevndin í grundgeving sínari.

Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs eru 35.000 kr. hvør.  

 

Simme heiðraður fyri slóðbrótandi starv sítt
SimmeVirðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik verður í 2017 latin Simma Arge Jacobsen, sum var fremsti slóðbrótari fyri føroyskum rokk- og popptónleiki í fimmtiárunum, og sum saman við øðrum hevur ríkað okkara sangskatt óteljandi ferðir, eitt nú við sangperlunum "Rasmus", "Minnist tú enn" og "Tvær fjaðrar".

"Hann var við til at stovna bæði tónleikaklubba og tónleikafelag, og hann gav eisini út egnan tónleik á plátu. Simme læt í 1959 upp handilin Simme Musikkhús, og ígjøgnum hann hevur hann eggjað og stuðlað fleiri ættarliðum av ungum tónleikarum," sigur nevndin millum annað í grundgeving sínari.

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik er 35.000 kr.

 

Ongin virðisløn varð latin fyri yrkisbókmentir í 2017.

Upprættað: 10/5/17

Net bøkur

Net ljóðbøkur

Net filmar

Net grunnar

Niels Finsens gøtu 7 - 100 Tórshavn - Tel 302030 - bbs@bbs.fo