Blíð er summarnátt á FøroyalandiNú kann fyrsta bókin á føroyskum lænast á eReolen. Tað er Blíð er summarnátt á Føroyalandi eftir Jógvan Isaksen, sum nú er tøk sum e-bók.

Fyri at læna e-bøkur skalt tú vera skrásett/ur lánari á Býarbókasavninum.

Logga á eReolen.dk við tínum lánaranummari og loynitali. Minst til at velja Býarbókasavnið í skránni yvir bókasøvn.
Hvør lánari kan læna 5 bøkur um mánaðin. Tá ið lánitíðin er farin, verður lánið strikað av sær sjálvum.
Bøkur tú altíð kanst læna: Hetta eru bøkur, sum ikki telja við í útlánskvotuni. Tær hava blátt frámerki.

Á "Min side" sært tú allar bøkurnar, tú hevur lænt, og har kunnu tær takast niður til allar tínar eindir (telefon, teldil, teldu), til lánitíðin er farin.

GG! Fer samlaða útlánið í eReolen upp um eitt ávíst mark, sum sett er fyri alt Býarbókasavnið fyri hvønn mánað, ber ikki til at læna fleiri e-bøkur fyrr enn næsta mánað. Hetta uttan mun til, hvussu nógvar e-bøkur tú hevur lænt tann mánaðin.


Hevur tú trupulleikar, er meira hjálp at fáa á FAQ-síðuni hjá eReolen.

eReolen GO hevur e-bøkur til børn og ung

Royn eisini eReolenGlobal, sum hevur e-bøkur og ljóðbøkur á øðrum málum, mest á enskum

Upprættað: 1/6/17

Net bøkur

Net ljóðbøkur

Net filmar

Net grunnar

Niels Finsens gøtu 7 - 100 Tórshavn - Tel 302030 - bbs@bbs.fo