Umhvørvisvikan á Býarbókasavninum 2017

Teknikapping
Mánadagin 24. apríl kl. 9 byrjar teknikappingin fyri børn upp til 6. flokk. Øll børn eru vælkomin inn á barnabókasavnið at tekna eina mynd. Myndin skal lýsa evnið í Umhvørvisvikuni, sum er:

"Hvørvisjón – Hvar endar títt plast?"

Teknikappingin er býtt upp í tríggjar aldursbólkar: børn undir skúlaaldur, 1.-3. flokk og 4.-6. flokk.
Vinnarin í hvørjum aldursbólki vinnur eitt gávukort á virði kr. 1.500.
Freistin at lata inn myndir er fríggjadagin 28. apríl klokkan 12.
Vinnararnir av teknikappingini verða kosnir leygardagin 29. apríl klokkan 10.

Allar innkomnu tekningarnar verða sýndar fram í trappugongini millum 2. og 3. hædd á Býarbókasavninum.


Bindikafé 27. apríl

Hósdagin kl. 10 er bindikafé við Sissal Kristiansen.
Tak stokkarnar við og kom og bind lappar ella annað úr vistfrøðiligari bummull.

Hósdagin kl. 14 er bindikafé við Sissal Kristiansen.
Tak stokkarnar við og kom og bind lappar ella annað úr vistfrøðiligari bummull.

Hóskvøldið kl. 1930 er bindikafé við Guðrun Ludvig.
Tak stokkarnar við og kom og bind lappar ella annað úr vistfrøðiligari bummull.

Skráin fyri umhvørvisvikuna

Umhvørvisvikan 2017

Upprættað: 4/21/17

Net bøkur

Net ljóðbøkur

Net filmar

Net grunnar

Niels Finsens gøtu 7 - 100 Tórshavn - Tel 302030 - bbs@bbs.fo