Filmstriben broytt útsjónd

Filmstriben hevur fingið nýggja útsjónd, sum minnir um aðrar filmsstroymingartænastur, sum vit kenna.

Eins og áður lænir tú við fyrst at velja ein film og síðani at logga á við tínum lánaranummari, loynitali og bókasavni.

Tað nýggja er, at tú kanst stovna eina vangamynd, har tú gert tínar egnu filmslistar og favorittar.

Tað ber framvegis til at læna uttan at stovna eina vangamynd.

Filmstriben er eitt ískoyti til kommersiellu filmstænasturnar, ikki ein kappingarneyti. Tí finnur tú ongantíð allar filmar á Filmstriben, men tú finnur góðar filmar, sum ringt er at finna aðrastaðni. Filmstriben raðfestir smalar filmar, europeiskar filmar og dygdarfilmar, sum geva eina góða uppliving og okkurt at hugsa um, heldur enn heilt stórar blockbustarar.

Les meira um Filmstriben her

filmstriben

Upprættað: 1/24/17

Net bøkur

Net ljóðbøkur

Net filmar

Net grunnar

Niels Finsens gøtu 7 - 100 Tórshavn - Tel 302030 - bbs@bbs.fo