"Vi er mere ens i nord, end vi tror"
...vit líkjast meira, enn vit geva okkum far um

Konsertin er leygardagin 29. apríl kl. 14 og er ætlað aldursbólkinum 5-8 ár.

Konsertin á Býarbókasavninum er liður í konsertferð, sum longu hevur verið runt í Danmark, Noregi, Svøríki og Íslandi, og nú heldur hon fram í Føroyum, Finnlandi og Grønlandi. Konsertin varir umleið 50 minuttir.

Tey, sum syngja og spæla, eru Bergur Fonsdal Johannesen úr Føroyum, Lone Wernblad úr Danmark og Peter Wemö úr Svøríki.

Lone Wernblad, Peter Wemö og Benjamin Aggerbæk hava skrivað sangin Ens i Nord, sum lýsir tað, sum vit hava í felag í Norðurlondum. Stanley Samuelsen hevur umsett sangin til føroyskt.

Les grein um verkætlanina í Norden Nu.

Sangskrivaraverkstova

10 børn, sum fara til konsertina, hava møguleika at luttaka í einari sangskrivaraverkstovu, har tey skriva eitt føroyskt ørindi til sangin um, hvat tey halda Norðurlond vera, og hvat er serstakt fyri Føroyar.

Sangskrivaraverkstovan varir eisini umleið 50 minuttir.

Ókeypis atgongumerki
til konsert og sangskrivaraverkstovu fáast á Býarbókasavninum frá 24. apríl.
Avmarkað atgongd.
Norðurlendsk konsert fyri børn

Upprættað: 4/20/17

Net bøkur

Net ljóðbøkur

Net filmar

Net grunnar

Niels Finsens gøtu 7 - 100 Tórshavn - Tel 302030 - bbs@bbs.fo